Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen við til at endurvinna European League

Eins og í fjør, vann Flensburg-Handewitt greitt í finaluni í Hamborg - tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi móti Montpellier.

2025-05-25 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg Handewitt vóru í finaluni í fjør og vunnu trygt á Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin. 

Nú hevur søgan endurtikið seg í Barclays leikhøllini í Hamborg. Hesaferð gekk tað útyvir Montpellier. Franska felagið basti Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel í ógvuliga spennandi hálvfinalu í gjár. 

Tað gjørdist ikki veruliga spennandi í finaluni. Til tað var týska stórfelagið ov sterkt á degnum. Kevin Møller var aftur stórspælandi í málinum, og í 1. hálvleiki bjargaði danin heili 41 prosent av skotunum. Hann var besti spælarin hetta Final Four-vikuskifti. Flensburg-spælið fleyt væl, og serliga eydnaðist væl at finna Lukas Jørgensen á strikuni. Hann hevði tíggju skot og tíggju mál.

Jóhan á Plógv Hansen fekk ikki nógv at arbeiða við, men høgri vongurin úr Havn skoraði uppá sítt skot í finaluni, har hann spældi størsta partin av tíðini. Jóhan vann eisini eitt brotskast, sum endaði við útvísing til Montpellier og mál til Flensburg.

Tað var 19-13 í steðginum, og í 2. hálvleiki øktist munurin við einum máli: 32-25 til Flensborg.Handewitt, sum hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir nú.

Jóhan á Plógv Hansen hevur verið við til evropeiskt steyp tvær ferðir. 31-ára gamli vongurin verður ikki í felagnum næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder