Fótbóltur

Váttað: Mkhitaryan ikki við í Europa League-finaluni

Arsenal og leikarin hava avgjørt, at armenin ikki kemur við til Baku orsakað av trupulleikunum millum Aserbadjan og Armenia.

Mkhitaryan í Europa League-dysti móti Sporting Lissabon (Mynd: EPA)

Mkhitaryan í Europa League-dysti móti Sporting Lissabon (Mynd: EPA)

2019-05-21 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur tað verið nakað frammi, at um Arsenal fór at spæla seg í finaluna í Europa League, var tað sera ivasamt, um Henrikh Mkhitaryan hevði møguleikan at vera við; hann hevur ongantíð áður leikt evropeiskan dysti í Aserbadjan, har finalan verður leikt. Orsøkin er, at Mkhitaryan er armeni, og Armenia er í stríðið við Aserbadjan. Londini hava einki diplomatiskt samband, hóast royndir hava verið gjørdar at semjast. Sum úrslit av støðuni sleppa armenskir statsborgarar ikki inn í Aserbadjan, og av tí at trygdin hjá Arsenal-leikaranum í Baku ikki kann tryggjast, so er avgerð tikin um, at 30-ára gamli leikarin ikki verður við til finaluna.

Armenar og aserbadjanar hava leingi verið í stríðið. Orsøkin er økið Nagorno-Karabakh, ið liggur millum londini í Kaukasus, og sum er altjóða viðurkent sum eitt aserbadjanskt øki. Har búgva tó flest armernar, og í 1988 valdu teir at loysa og gerast eitt frítt øki undir Armenia. Hatta setti gongd í eitt kríggj, sum vardi til 1994, men enn eru Armenia og Aserbadjan formliga í kríggi. Tey høvdu kríggjast av líknandi orsøkum frá 1918-1921, men í Sovjet-tíðini var mestum friður. Seinast ófriður brast á var í 2016, tá Aserbajdan sendi rakettir í royndini at taka Nagorno-Karabakh aftur. Tá doyði eini 350 fólk.

Ósemjan ávirkar Arsenal og Europa League-finaluna, og enska felagið kunngjørdi í dag, at tíverri kemur teirra armenski leikari ikki við til Baku. Hetta varð mett at vera best undir umstøðunum, og sambært almennu kunngerðini frá felagnum varð avgerðin tikin í samráðið við Mkhitaryan, sum er liðformaður á armenska landsliðnum. Álopskendi leikarin vann Europa League við Manchester United í 2016, har hann skoraði í finaluni í Stockholm. Á Twitter harmast leikarin um støðuna, eins og Arsenal ger í kunngerðini. "Micki" staðfestir, at hann og felagið hava tikið avgerðina saman.

Finalan í Europa League verður ímillum tvey London-feløg. Arsenal og Chelsea bresta saman á Olympiska leikvøllinum í Baku. Føroyska A-landsliðið hjá monnum leikti dyst í UEFA Nations League á stóra leikvøllinum í november. Finalan, sum fáir enskir áskoðarar sleppa til verður leikt næsta mikukvøld (29/5)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder