Fótbóltur og vetur eru ikki tann besta samanrenningin. Tað kunnu vit ásanna enn einaferð, nú veðrið aftur leggur fótonglar í steypakappingini
Seinnapartin boðaðu NSÍ og HB frá, at seinna hálvfinalan millum liðini ikki kundi spælast við Løkin í morgin, og varð tí útsett til mánakvøldið. Og fyri løtu síðani boðaðu B36 og Víkingur frá, at teirra hálvfinala heldur ikki kann spælast í morgin.
Báðir dystirnir verða leiktir mánakvøldið klokkan 19.
Orsøkin er at kavi og frost eru á vøllinum.
Tórsvøllur hevur møguleika fyri hita í vøllinum, men B36 sigur, at hetta skal setast í gongd tríggjar dagar undan dystinum, og kuldin er eftir øllum at døma komin óvart á.
HB og NSÍ leiktu javnt 2-2 seinasta sunnudag, og av tí at útivallamál telja meira, hevur NSÍ nokk við 0-0 javnleiki fyri at koma í steypafinaluna.
Í hinari hálvfinaluni vann Víkingur 1-0 á heimavølli í fyrra dystinum seinasta sunnudag.
Finalan um Løgmanssteypið verður spæld á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16.
B36 - Víkingur (Mánadagin 29. november, 18:00)
NSÍ - NSÍ (Mánadagin 29. november, 18:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald