Fótbóltur

Veðrið argar í Suðurspania

A-landsliðið við monnum er í hesum døgum á venjingarlegu í Marbella í Suðurspania. Umstøðurnar at venja eru góðar, men veðurgudarnir geva føroyska hópinum avbjóðingar.

Meinhard Egilsson Olsen, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Meinhard Egilsson Olsen, Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-03-23 16:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Veðrið er ikki akkurát tað, sum vit høvdu væntað. Serliga ikki tá hugsað verður um, at vit eru staddir í Suðurspania. Men sjálvt um tað hevur regnað illa, so er vøllurin, ið vit venja á, framúr góður, og venjingarnar hava sum heild verið sera góðar.

Soleiðis sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, tá hann skal seta orð á umstøðurnar, ið landsliðið og landsliðsvenjararnir hava at arbeiða undir, nú liðið er á venjingarlegu í Marbella í Spania.

Venjingarvøllurin og tað, ið har til hoyrir, eru av teimum bestu, men veðrið argar eitt sindur. Týsdagin var turt, yvirskíggja og lýtt – eini 15 hitastig. Fyrrapartin mikudagin var nógvur vindur, og tað regnaði av grimd, og sambært veðurforsøgnini sær eitt sindur illfýsið út næstu dagarnar.

Umframt venjingar, eru eisini tveir venjingardystir á skránni. Fyrri dysturin verður spældur leygardagin klokkan 17, føroyska tíð, tá Gibraltar tekur ímóti á Victoria Stadion, meðan seinni dysturin verður týsdagin 29. mars klokkan 16, føroyska tíð, tá Liktinstein er mótstøðuliðið á Pinatar Arena í Murcia í Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder