2018-10-12 20:45
A-landsliðið skuldi upprunaliga hava tíðindafund og venjing klokkan 10 í morgin, men veðrið fær nú Fótbóltssambandið at flyta hetta.
Út á dagin í morgin sigur hann frá frægari veðrið og tíðindafundurin er útsettur til klokkan 15:30, og so verður venjing aftaná. Portalurin verður til staðar.
Hópurin hjá Kosovo lendir eftir ætlan á middegi, og hava tíðindafund og venjing eftir, at føroyingarnir eru lidnir. Hetta verður klokkan 17:30.
Dysturin Føroyar-Kosovo verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald