- Síðani Henrik Larsen fór úr venjarasessinum hjá okkara Betrideildarmonnum síðst í mai, hevur felagið arbeitt upp á at finna eina varandi loysn upp á venjaraspurningin. Morten Overgaard hevur verið fyribils høvuðsvenjari, og hetta hevur gingið sera væl. Undir leiðsluni hjá danska argjamanninum hevur liðið spælt fimm dystir, har tveir sigrar eru komnir burturúr, meðan tríggir dystir eru taptir tepurt við einum máli. Talan hevur verið um eitt hamskift AB-lið síðstu tíðina undan summarsteðginum, ið hevur verið kappingarført í øllum dystum.
Maðurin, ið saman við Morteni skal standa á odda fyri AB restina av 2023, er Símun Eliasen. Hetta kann AB nú kunngerða. 48 ára gamli fuglfirðingurin Símun Eliasen spældi í sínari tíð spældi heili 201 dystir í bestu deildini.
Símun Eliasen hevur spælt nógv í fremstu mansdeildini. Í 2021 og 2022 stóð hann á odda fyri EBS/Skála. Í 2021 fekk liðið bronsuheiðursmerki, og í fyrru hálvu í fjør gekk eisini væl (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani hann gavst at spæla, hevur Símun Eliasen verið venjari hjá millum annað næstbesta liðnum hjá HB, eins og hann í tveimum førum hevur verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá barndómsfelagnum, ÍF. Seinastu tvey árini hevur fuglfirðingurin verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá kvinnum. Símun hevur stjórnað EB/Streymi/Skála, og eitt skifti var hann eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá kvinnum.
- Felagið fegnast um at hava funnið ein royndan, føroyskan venjara, ið saman við Morten Overgaard skal royna at varðveita sætið hjá AB í Betrideildini. Eftir sigurin ímóti 07 Vestur í vikuskiftinum eru bert fýra stig upp til B68, sum beint nú er á áttanda plássi beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Og júst B68 verður fyrsta mótstøðulið hjá nýggja venjaraparinum á Argjum, tá toftamenn koma út á Argir at spæla ólavsøkudyst 27. juli, tá seinna kappingarhálva av Betrideildini verður skotin í gongd aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald