Norska fótbóltsfelagið Bodø/Glimt, skal hósdagin royna at spæla seg í hálvfinaluna í Uefa Conference League.
Men tað verður uttan venjaran, Kjetil Knutsen, á síðulinjuni. Tá norska meistarafelagið skal spæla á útivølli móti AS Roma sleppur venjarin ikki at vera við. Tað hevur aganevndin hjá Uefa gjørt av.
Heldur ikki málmansvenjarin hjá Roma, Nuno Santos, sleppur at sita á bonkinum til dystin. Tað hendir eftir at illstøða stóðst millum Knutsen og Santos í síðstu viku, tá liðini hittust á Aspmyra Stadion í Bodø. Norska liðið vann henda dystin 2-1. Sigursmálið kom beint fyri leiklok.
Eftir dystin fuku skuldsetingarnar millum partarnar. Kjetil Knutsen segði, at Nuno Santos undir dystinum hevði forða sær í at gera sítt arbeiði. Frá hinari síðuni ljóðaði, at tað var Knutsen, sum leyp á málmansvenjaran hjá italska felagnum.
Sendast mátti boð eftir løgregluni tá teir báðir brustu saman í leikaratunnlinum eftir dystin, men tá løgreglufólkini komu á staðið, valdaði friður aftur.
Síðan hevur Bodø/Glimt gjørt av at melda Nuno Santos til løgregluna fyri harðskap móti Knutsen. Norska felagið sigur, at Uefa hevur filmsupptøkur, sum kunnu prógva hetta.
Bodø/Glimt hevur boðað frá, at felagið ætlar at kæra avgerðina hjá agenevndini hjá Uefa um at útihýsa venjaranum til dystin hóskvøldið.
Feløgini kenna hvønn annan væl. Tey vóru í sama bólki í bólkaspælinum, sum Roma vann, eitt stig framman fyri Bodø/Glimt. Men tá vann norska liðið heili 6-1 á heimavølli og kláraði 2-2 í italska høvuðsstaðnum.
Tí er spenningurin - serliga í Noregi - stórur undan fjórðingsfinaludystinum skírisdag.
Áðrenn Bodø/Glimt kom í fjórðingsfinaluna, har teir nú aftur møta AS Roma, hava teir spælt play-off dystir og vunnið móti Celtic úr Skotlandi og AZ úr Niðurlondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald