Hann fekk sínar fyrstu dystir á besta liðnum í 2016, og árið eftir spældi hann 18 dystir í Betrideildini umframt sínar fyrstu evropeisku dystir. Tilsamans hevur nú 21-ára gamli Ólavur Niclassen spælt 67 dystir fyri besta liðið hjá KÍ.
Vinstrabeinti verjuleikarin spælir mest á vinstra bakki. Hann legði upp til leiðslumálið hjá KÍ í FM-finaluni í oktober, tá hann smekkaði eitt sera gott innlegg inn ímóti Páll Klettskarð, ið stútaði bóltin í netið. Annars er Ólavur, ið upprunaliga er miðverji, mest kendur fyri sínar vejukendu dygdir. Hann hevur seinastu árini leikt 10 dystir á U21-landsliðnum.
Nú er vandi fyri, at Ólavur Niclassen missir fyrsta U21-landsdystin í ár, sum verður 26 mars á heimavølli móti Spania. Seinasta vikuskifti var hann óheppin eftir nærdyst í venjingardysti í Sarpugerði:
- Eg lendi skeivt á vøllinum, og høgri albogi brotnaði. Í løtuni gangi eg við gipsi. Sum støðan er nú, eri eg tøkur at spæla aftur um seks vikur, men tað kann brotyast eitt sindur. Tað snýr seg millum annað um, hvussu brotið veksur saman.
Hetta sigur verjuleikarin við Portalin. Harvið bendir alt á, at Ólavur Niclassen ikki verður á vøllinum fyrstu trý umførini í Betrideilini, áðrenn landsliðssteðgin, og tað skal ganga væl, um hann kann spæla ímóti Spania. 4. umfar er 4. apríl.
Tað er vorðið næstan vanligt, at klaksvíkingar ganga við gipsi um armin. Jóannes Bjartalíð og Jóannes Kalsø Danielsen spældu alt seinasta ár við broti í skøvninginum. Ársins verjuleikari var undir skurðviðgerð í november og skuldi eftir ætlan ikki kunna spæla fyrrenn um áleið kappingarbyrjan. Hann hevur tó spælt í teimum flestu venjingardystinum higartil við einari verju á. Hjá ársins leikara, ið eisini hevði gips á uppundir og um jólini var brotið ikki vaksið heilt saman, so hann venur og spælir ikki í løtuni. Eftir viðgerð í Danmark fyri kortum er greitt, at Jóannes Bjartalíð allarhelst ikki spælir fyrstu umførini í ár,
Fótbóltur
Verjuleikari hjá KÍ hevur brotið albogan
Ólavur Niclassen kann helst ikki spæla aftur fyrrenn um seks vikur. Harvið missir hann fyrstu vikurnar av Betrideildini, og møguliga eisini U21-landsdysturin móti Spania.
Ólavur Niclassen fegnast her um eitt umráðandi mál á útivølli móti Víkingi. Fyrst í hesum mánaðinum var verjuleikarin óheppin eftir nærdyst í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
2020-02-10 10:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald