Tað var lagt upp til eitt brak av einari hálvfinalu, tá suðuramerikonsku risarnir, Brasil og Argentina, hittust í Belo Horizonte í nátt. Fyrri finalisturin í Copa America 2019 skuldi finnast, og uppgerðin var á sama leikvølli, har brasilansku HM-dreymarnir vórðu knústir fyri fimm árum síðani, tá Týskland eyðmýkti vertirnar við 7-1 sigri. Hesaferð gekk tað betri hjá teimum í gulum og bláum, ið sendi arvafíggindan heim við 2-0 tapið.
Heimaliðið kom á odda, tá smáir tjúgu minuttir vóru leiktir. Eftir gott gjøgnumbrot í høgru prikaði liðformaðurin Dani Alves bóltin til Roberto Firmino, ið við góðari tvørsending fann Gabriel Jesus, og so var 1-0 til Brasil. Dysturin var annars tættur, og fáir málmøguleikar vóru, men eftir hálvan tíma rakti Manchester City-áleyparin hjá Argentina, Sergio Aguero, tvørtræðið.
Messi og hansara menn stríddust, men brasilumenn vóru stinnari - Mynd: EPA
Argentinar komu væl út til 2. hálvleik og fingu lagt nakað av trýsti á Brasil, ið stóð djúpt á vøllinum við tveimum fýra-ketum og so teimum báðum áleyparunum og dúðaði uppá mótálop. Lionel Messi kom tættast við, tá hann rakti stólpan, men hóast teir í ljósabláum og hvítum høvdu fleiri skotroyndir, so var brasilianska liðið sera væl skipað, kompakt og meira effektivt. Tjúgu minuttir fyri leiklok lukkaði heimaliðið dystin, tá Jesus førdi bóltin væl fram í einum mótálopi; hann legði uppá tvørs til áleyparan, sum til dagliga spælir í Liverpool, og Firmino takkaði fyri álitið.
Brasil koyrdi síðani sigurin trygt heim, og er í sínari fyrstu Copa America finalu síðani í 2007, tá liðið vann kappingina fyri áttandu ferð. Liðið hjá Tite hevur framvegis einki mál latið inn í kappingini. Argentina hevur verið í finaluni og tapt tvær tær seinastu ferðirnar, og hóast hetta var ein ógvuliga trupul uppgáva í hálvfinaluni, so stendur hetta sum enn eitt vónbrot hjá Messi og co. Hvør hin finalisturin verður, fæst greiða á um eitt lítið samdøgur, tá tvífaldu vinnararnir Kili dystast ímóti Peru í Porto Alegre.
Copa America - 1. hálvfinala
03.07 - Estadio Mineirao
Brasil - Argentina 2-0 (1-0)
19' Gabriel Jesus 1-0
71' Roberto Firmino 2-0
Fótbóltur
Vertirnir spældu seg í finaluna ímóti arvafíggindanum
Brasil vann uppiborið á Argentina í fyrru hálvfinaluni í Copa America, sum var í nátt. Álopsparið úr Premier League stóð fyri málunum.
Málskjúttarnir í brasilianska sigrinum, ið løgdu upp til hvønn annan, hálsfevnast (Gabriel Jesus og Roberto Firmino - Mynd: EPA)
2019-07-03 06:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald