2026-09-23 17:49
Tað er ikki serliga ofta, at Føroyar spæla ímóti einum landi, har har ein ella fleiri á føroyska liðnum spæla dagliga. Tað kom millum annað fyri móti Noreg í 2019 og Danmark í árunum aftaná - nú er talan um eitt meira eksotiskt dømi.
Jóannes Bjartalíð hevur nýtt meginpartin av sínari tíð í 2026 í Kasakstan. Klaksvíkingurin spælir í bestu fótbóltsdeildini í fjarskotna landinum; hetta fyri felagið Qyzyljar.
Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá liðnum, sum liggur beint omanfyri niðanflytingarstrikuna. Venjarin, ið byrjaði árið, er eisini uppsagdur. Talan er um fyrrverandi Skála- og KÍ-miðverjan Milic Curcic.
Jóannes Bjartalíð hevur verið flúgvandi í onkrum dysti, men tað hevur eisini verið upp og niður hjá honum. Tilsamans hevur føroyski landsliðsspælarin tíggju málstig - fýra mál og seks upplegg í 23 landskappingardystum.
Síðsta vikuskifti ferðaist 30-ára gamli miðvallarin longu leiðina heim til Føroyar. Nú fyrireika Jóannes og hinir seg at taka ímóti Kasakstan, og kann spælarin úr "Premier Liga" fáa ein stóran leiklut fyri Føroyar.
Jóannes Bjartalíð til venjing á Tórsvølli týsdagin (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
23 spælarar úr heimligu kappingini
Føroyar vunnu 1-0 í venjingardysti móti Kasasktan í november í fjør. Harvið er mótstøðan ikki púra ókend, og Jóannes Bjartalíð, sum eisini spældi í tí dystinum, hevur uppaftur betri fyritreytir at kenna mótsstøðuna: 23 av teimum 28 í hópinum hjá Kasaskstan spæla í heimligu kappingini.
Millum teir, ið ikki gera tað, er verjuspælarin og liðformaðurin Nuraly Alip. Hann spælir til dagliga í Zenit St. Petersburg, og tveir aðrir eru eisini í russisku deildini. Islam Chesnokov, ein av álopskendu profilunum, spælir við skotska Hearts, sum fyri stuttum keypti Aron Benjaminsen úr Víkingi. Málverjin hjá Kasakstan er eisini málverji hjá meistaraliðnum í Asebadjan, Sabah. Liðið er í Champions League og hevur fyri stuttum spælt á Old Trafford.
Kasakstan er styrkismett tólv pláss omanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum (111-123), og deildin er eisini á pappírinum nakað betri enn tann besta føroyska. Sambært UEFA-stykistølunum, ið byggja á evropeisk úrslit seinastu fimm árini, er Premier Liga á 38. plássi og Meistaradeildin á 41.plássi.
Ein orsøk til at so nógvir spæla í heimlandinum, skal eisini finnast í fíggjarligu styrkini hjá fleiri feløgum í landinum. Kairat Almaty og Astana hava bæði verið í bólkaspæli/deildarspæli í Champions League
Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin 26. September klokkan 17. FM1 og Portalurin hava nógv landsliðstilfar næstu tíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald