Tríggir útsettir dystir í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið.
Liverpool vísti veruliga styrki, tá Leeds varð sent heim við einum "tennistapi". Mané skoraði tvær ferðir, Salah var tvær ferðir tryggur úr ellivu metrum, og miðverjarnir Matip og Van Dijk fingu hvør sítt mál.
Við sigrinum er Liverpool bert trý stig aftanfyri Manchester City, nú bæði liðini hava spælt 26 dystir. Liðið hjá Klopp hevur betri málúrttøku enn City, ið fyri nøkrum vikum sá út til at vera farið avstað.
Sunnudagin vann Tottenham á útivølli móti City og stegðaði harvið ósigraðu gongdini hjá Guardiola og hansara monnum. Hetta hjálpti Liverpool, men tað setti sjálvandi eisini Tottenham í betri støðu í mun til fjórða plássið. Gongdin er tó einki serliga hjá monnunum hjá Conte, og í gjár taptu teir 1-0 í Burnley. Ben Mee skoraði einsamalla málið, tá tjúgu minuttir vóru eftir.
Antonio Conte
Burnley er í løtuni tvey stig frá Newcastle, ið er nummar 17, og liðið hjá Sean Dyche hevur spælt ein dyst færri. Tottenham hevur tapt fýra útav teimum seinastu fimm dystunum í Premier League, og er í løtuni sjey stig frá Champions League-plássi.
Crystal Palace vann 4-1 á Watford, ið er í truplari støðu á 19. plássi.
Í kvøld klokkan 19.45 spæla Arsenal og Wolves, ið bæði eru í topp-fýra stríðnum.
Stigatalvan sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald