Hondbóltur

Vestmenningar mistu á stokkinum

Italska SSV Brixen varpaði VÍF úr European Cup.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-03 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ikki meira evropeiskur hondbóltur hjá vestmenningum í ár. Við einum 38-37 í dag, og samlaðum tapi við 75-72 móti italska SSV Brixen er greitt, at VÍF er úti av European Cup.

Men tað var ikki fyrr enn allar síðst, at avgerðin fall. VÍF var eina løtu á odda við fýra málum, men italienarar góvu ikki upp, og komu inn í dystin aftur.

Síðstu minuttirnar koppaði tað til Brixen, sum fór avstað við einum 38-37 sigri.

Tað vóru serliga teir báðir Filip Jojic og Tróndur Johnson, sum stóðu fyri málskjótingini hjá vestmenningum, og skoraðu ávikavist 10 og 9 mál.

European Cup 3. umfar
2. des: SSV Brixen - VÍF 37-35 (17-18)
3. des: VÍF - SSV Brixen 37-38 (19-17)
Samanlagt 72-75 til SSV Brixen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder