2019-06-10 16:34
Fleiri norskir miðlar eru í hesum døgum í Føroyum og dekka dystin á Tórsvølli í kvøld, har føroyska landsliðið spælir móti Noreg.
Eitt nú VG ger altíð nógv burturúr norska landsliðnum, og legði í gjár eitt sjónvarpsinnslag á netið.
- Vit eru í Føroyum, ikki eitt land, men eitt stað sum hoyrir til Danmark. Eitt stað, sum fólk ikki vita so nógv um, sigur ein reportari hjá VG í innslagnum.
Á túrinum hava teir millum annað tosað við mannin í topphúgvuni, Jens Martin Knudsen.
Umrøðan av "staðnum" Føroyar byrjar 3 minuttir og 57 sekund inni í innslagnum, sum sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald