Fyrstu dystirnir í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í kvøld, frígggjakvøldið 1. september.
Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá einum av føroysku landsliðsspælarunum í deildini. Talan gjørdist tó als ikki um eitt lættan dyst hjá Janu Mittún og Viborg, ið vóru í favorittleiklutinum á heimavølli móti Horsens.
Útiliðið var á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men Viborg skoraði síðstu fýra málini áðrenn steðgin. Tvey-máls leiðsla inn til 2. hálvleik men eina góða løtu í 2. hálvleiki lá tað til Horsens, sum millum annað var á odda við trimum tvær ferðir.
Aftur endaði Viborg hálvleikin betri, skoraði trý av teimum seinastu fýra málunum og vann 30-29 við málið í síðsta álopinum. Jana Mittún fekk sínar fyrstu minuttir í donsku landskappingini, og skoraði 19-ára gamla hoyvíkskvinnan trý mál og legði upp til eitt. Jana og Viborg spæla aftur næsta fríggjakvøld - í Århus.
Sí eisini: Jana og Viborg hava spælt seg víðari í steypakappingini
Eisini 30-29
Ajax København er eitt føroyingafelag, og hetta kappingarárið er Brynhild Páldóttir komin afturat Súnu Krossteig Hansen. Høgri vongurin úr Hoyvík skoraði trý mál í - hetta var fyrsti landskappingardystur hjá 20-ára gomlu Brynhild í Danmark. Súna Krossteig Hansen kom til felagið síðsta summar, og skoraði bakkurin, við Kyndli sum barndómsfelag, tvey mál fyri Ajax í kvøld.
Hetta var, tá Ajax stríddist fyri at heinta leiðsluna hjá Bjerringbro. Heimaliðið var á odda við fimm-seks málum eina løtu í 2. hálvleiki, men so skoraði Ajax fýra mál á rað, og tað gjørdist heilt spennandi móti endanum. Tað var javnleikur í trimum førum, men nærri kom føroyingafelagið ikki. Bjerringbro vann 30-29 - talan var tó um gott avrik á útivølli. Ajax tekur mikudagin móti stórfelagnum Esbjerg.
Brynhild Pálsdóttir skoraði tríggjar ferðir fyri Ajax í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Rakul Wardum var í Ajax í fjør, men málverjin skifti til Ringkøbing í summar fyri at koma nærri spælitíð. Í kvøld vardi hon eisini málið hjá liðnum meginpartin av tíðini, og er Rakul skrásett fyri sjey bjargingar. Umstøðurnar vóru tó so góðar hjá
føroyska landsliðsmálverjanum: Heimaliðið Silkeborg-Voel hevði lætt spæl og vann við tíggju málum: 36-26.
Hondbóltur
Viborg vann við einum máli í 1. umfari
Jana Mittún skoraði trý mál, tá Viborg vendi dystinum og skoraði til 30-29 í síðstu sekundunum. Súna Krossteig Hansen og Brynhild Pálsdóttir skoraðu samanlagt fimm mál í 30-29 tapi.
Jana Mittún er nú komin í gongd við donsku landskappingini, og tað er fyrrverandi liðfelagin Brynhild Pálsdóttir eisini. Báðar vóru partir av 30-29 dysti í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2023-09-01 21:46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald