Í gjárskvøldið settu donsku kvinnurnar hol á steypakappingina. Jana Mittún og Viborg spældu ímóti EB Aalborg úr næstbestu donsku deildini og vunnu áttandapartsfinaluna sannførandi 33-22. Tískil vann Viborg seg víðari til fjórðingsfinalurnar.
19 ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði síni fyrstu tvey mál fyri Viborg, umframt at hon legði upp til tvey onnur.
- Eg eri vælnøgd við mín fyrsta dyst fyri Viborg, og haldi tað er deiligt at endiliga vera komin í gongd. Vit hava havt ein góðan uppstart, har vit serliga hava havt fokus á sjálvt hondbóltsspælið, grundað á at vit eru so nógvir nýggir leikarar.
Soleiðis sigur Jana Mittún við Portalin úr Viborg. Men hvussu er tað so at spæla á hægri stigi, og hvat er málið hjá liðnum?
- Tað er bæði spennandi og avbjóðandi, at nú skula spæla í donsku deildini, tí støðið er væl hægri her, enn í føroysku deildini. Tó er hetta ein avbjóðing, sum eg eri spent uppá, og eg gleði meg at spæla enn fleiri dystir fyri Viborg. Málið hjá okkum fyri komandi kappingarár, er at liggja í top 8, soleiðis at vit sleppa at spæla við í endaspælinum, sigur Jana.
Fríggjakvøldið 1. september skal Viborg aftur í eldin, tá ið tær møta Horsens á heimavølli. Hetta er fyrsti dystur hjá liðnum í bestu donsku deildini hetta kappingarárið.
Jana Mittún gjørdist ársins spælari í føroyskum kvinnuhondbólti og greipuvinnari við barndómsfelagnum H71 síðsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald