Beint yvir 30 føroyskir áskoðarar - har ímillum m.a. umboð fyri HSF, stuðlar og borgarstjórar - vóru við í ferðalagnum, sum fór úr Føroyum fyrrapartin í gjár.
Triggir av teimum vóru staddir í Barcelona á arbeiðsferð, tá Føroyar vunnu á Ukraina mikukvøldið. Teir avráddu síðani at fara harfrá fyrr enn ætlað og koma til Bregenz fyri at stuðla føroyska manslandsliðnum, sum kunnu spæla seg til EM-endaspælið.
Hetta kann gerast heilt stórt, sigur Hanus Samró, sum hevur fygt hondbólti leingi. Hann og hini vóru komnir á gistingarhúsið hjá spælarunum at hoyra dystarupplegg. Hetta var gott, og nú fara føroysku fjeppararnir at fyrireika seg at vinna dystun uttanfyri vølli, sigur Hanus Samró.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald