
Eyðun Klakstein hevur gjørt ymiskt, sum eingn føroyskur landsliðsvenjari hevur gjørt áður.
- Hann hevur vunnið tríggjar kappingardystir á rað - og tríggjar heimadystir á rað
- Við honum sum landsliðsvenjara hava Føroyar vunnið sær tólv stig í einari undankapping (gamla metið var 9 í 2016-2017).
- Við Eyðuni Klakstein sum venjara hava føroyingar á pappírinum møguleka at enda í topp-tvey og fáa eitt endaspælspláss undan seinasta dystnum í einari undankapping.
Sí eisini: Settu stigametið í stórum stíli
Hann hevur alla orsøk til at vera fegin, og tað var 52-ára gamli klaksvíkingurin sanniliga eisini í kvøld. Eyðun Klaksten kundi, av røttum, prika tann útsenda hjá Portalinum nakað, hann fekk smílið av álvara fram, og so staðfesti royndi venjarin, at hann fekk notið alt í 2. hálvleiki.
- Ja, halt kpp tað var stuttligt...Atli (Gregersen, red.) stendur og rópar eitt sindur har, meðan eg og Jákup (Reinert Højgaard, greinari - red.) hyggja uppá nøkur ting. Eg fekk notið tað.
Eyðun Klakstein sigur eisin, at hann fer at njóta kvøldið og morgindagin; slappa eitt sindur av. Men framfýsni føroyski venjarin hyggur eisini frameftir.
- Hetta liðið kann uppaftur meira. Í kvøld hevði Kekkia týðiliga virðing fyri okkum, og tað er ikki altíð, at tey størru liðini hava tað. Og hetta er ein heilt annar dystur enn tann í Kekkia (2-1, red.), har vit annars vóru nær við.
Hoyr samrøðu vð søguliga og fegna føroyska landslðsvenjaran ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald