Fótbóltur

Settu stigametið í stórum stíli

Føroyar hava vunnið tríggjar dystir á rað og meira enn helmingin av kappingardystunum undir verandi toymi. Kekkia er ein av størstu fótbóltstjóðunum, sum Føroyar hava felt.

2025-10-12 20:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið hevur seinastu ellivu mánaðirnar vunnið fimm av sínum níggju kappingardystum: 2x Gibraltar, Armenia, Montenegro og nú Kekkia). Øll fýra tapini - umframt tapið í venjingardystinum í Georgia - hava verið við einum máli.

Føroyar hava seinastu stóru tíggju árini felt Grikkaland og Turkaland á Tórsvølli, og í kvøld varð lið nummar 37 á FIFA-styrkislistanum koppað frammanfyri umleið 3.000 áskoðarum í Tórshavn.

Kekkia hevði so at siga alt at spæla fyri men hóast nógv innlegg og so framvegis, so hevði Kekkia ógvuliga fáar upplagdar málmøguleikar. 

Føroyski verjuparturin var stinnur - hóast eitt heldur tilvildarligt mál fór inn. Og aftur eydnaðist Hanusi Sørensen at skora eitt flott mál. Talan var um kontrastøðu og triðja málið hjá Hanusi hesa vikuna á Tórsvølli.

Tað var innskifti Martin Agnarsson, sum avgjørdi dystin við sínum øðrum  landsliðsmáli. Hann skoraði einasta málið, tá Føroyar byrjaðu hesa sigursrøðina á Gibraltar 8. september  Vongbakkurin kom inn á vinstra vong og skoraði við sínar fyrstu nertng. Tað var við høgra bennum, tað var heldur heppið, men innskiftu spælararnir hjá Føroyum søktu støðurnar: Jóannes Bjartalíð lyfti bóltin uppum kekkisku verjuna, Meinhard rann og legði av, og so var Martin til reiðar

Sum heild eydnaðust skiftingarnar hjá Eyðuni Klakstein og toymi ógvuliga væl, og  Føroyar kroysti Kekkia, so tað ongantíð var gott hjá teimum at vera á Tórsvølli.

Hetta vóru fyrstu stigini móti Kekkia nakrantíð, og Føroyar hava ongantíð áður havt 12 stig í einari undankapping - fingu 12 stig í Nations Leage Deild D í 2020.

Tað er heldur ikki komið fyri, at føroyska manslandsliðið á pappírnum hevur havt møguleika at røkka 2. plássinum og einum endaspælsplássi undan seinasta umfari. Hetta er tó ógvuliga ósannlíkt: Føroyar skulu fáa betri úrslit í Kroatia enn Kekkia fær móti Gibraltar í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder