Fyri fyrstu ferð í ellivu mánaðir er Hanus Sørensen í Føroyum í landsliðsørindum.
- Hetta havi eg av álvara glett meg til, staðfestir spælarin sum til dagliga er í Slovenia, við einum stórum smíli.
Sí eisini: Geza Turi: Topp-tvey í bólkinum man vera minsta krav
Minnini frá oktober 2025 eru eisini nakað serstøk, tí Føroyar - í tí sum Eyðun Klakstein skýrir "kanska bestu landsliðsviku sum hevur verið - vunnu 4-0 á Montenegro og 2-1 á Kekkia. Hanus Sørensen skoraði samanlagt trý mál í hesum báðum dystunum, og tey hevur hann hugt eftir ofta.
- Áðrenn hvønn dyst í Slovenia koyri eg málini frá og ljóðið hart frá, tá frásøgumenninir rópa mítt navn, staðfestir Hanus Sørensen.
Hanus til venjing í dag (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir: Kasakar lendir - føroyska landsliðið til reiðar
Árni Frederiksberg legði upp til tvey av hasum málunum og skapti aðrar møguleikar hjá Hanusi Sørensen. Og 25-ára gamlu havnarmaðurin dylur ikki fyri, at saknur verður í vandamikla vonginum hjá KÍ.
- Tá eg fekk at vita, at hann var givin, skrivaði eg beinanvegin til Árna og takkaði fyri uppleggini og hinar møguleikarnar, hann hevði skapt. Hann var ein ógvuliga týðandi spælari fyri okkum í fjør, so vit fara at sakna hann. Men her eru eisini nógvir aðrir og spenanndi spælarar.
Við hesum hevur Hanus Sørensen eisini góðar vónir til dystin móti Kasakstan leygarkvøldið og fyri kappingina sum heild.
Hoyr samrøðu ovast
Fyrsti Nations League-dystinum verður móti Kasasktan í morgin, leygardagin 26. september klokkan 17.00.
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr - vit senda og blogga á Tórsvølli frá klokkan 15.30 í morg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald