- Nei, eg havi ikki valt mær eitt málhorn. Tað er ikki so ofta, at eg skori, so tað skal helst vera okkurt serligt.
Soleiðis segði Geza David Turi smílandi við Portalin, tá vit spurdu um 24-ára gamli gøtumaðurin ætlar sær at endurtaka undurfulla málið fyri Grimsby herfyri við landsliðnum
Video: Málið hjá Geza David Turi heldur fram at vekja ans
Eftir nógv frálík avrik fyri Grimsby hevur Geza David Turi skrivað undir nýggjan sáttmála við League Two-felagið.
- Eg trívist væl har og havi flutt meg nógv. Vit fara eftir at flyta upp í triðbestu deildina, og um tað ikki eydnast, so er møguleikin har fyri at eitt størri felag kann koma keypa meg.
Undan dagsins venjing staðfesti tekniskt dugnaligi miðvallarin, at hóast nakrir royndir menn vanta, so er landsliðið til reiðar til upppvágurnar í næstum - og hóast Slovakia er favorittur at vinna Nations League-bólkin við fýra liðum, so skulu Føroyar fara eftir 1. plássinum.
- 2. plássið og at spæla um uppflyting til Deild B er minsta krav, sigur Geza David Turi.
Myndir: Kasakar lendir - føroyska landsliðið til reiðar
Fyrsti Nations League-dystinum verður móti Kasasktan í morgin, leygardagin 26. september klokkan 17.00.
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr - vit senda og blogga á Tórsvølli frá klokkan 15.30 í morg
Sí eisini: Landsliðsdámur: Øssur Hansen og Andrew av Fløtum vitja Fótbóltsskýlið í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald