Fótbóltur

Geza longt við Grimsby

Hann hevur seinastu tíðina gjørt um seg í League Two og nú leingir hann við Grimsby Town, so sáttmálin er galdandi til 2028.

(Mynd: Grimsby Town FC)

(Mynd: Grimsby Town FC)

2026-09-16 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Geza Dávid Turi hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Grimsby Town Football Club. Sáttmálin er galdandi til á sumri 2028.

Hesum boðar felagið í fjórðbestu ensku deildini, League Two, frá.

Sáttmálin inniber, at partarnir kunnu leingja enn eitt ár.

24 ára Geza Dávid Turi kom úr Víkingi í januar 2025 og hevur í 2026 veruliga gjørt vart við seg.

Seinastu tíðina hevur tað serliga verið vegna eina perlu av einum langskoti í 2-0 sigrinum á Bristol Rovers. Føroyski landsliðsmiðvallarin var besti spælari hjá Grimsby fyri august

Sí eisini: Video: Málið hjá Geza heldur fram at vekja ans

Grimsby Town liggur á sætta plássi eftir seks dystir í League Two við tíggju stigum.

Sunnudagin taka Geza og teir ímóti Crawley á heimavølli á Blundell Park í Grimsby.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder