2026-09-10 14:34
Grimsby Town hevur seinnapartin kunngjørt besta spælaran í felagnum fyri august, tá hol varð sett á kappingarárið 2026/2027.
Ikki óvæntað fall valið á Geza David Turi.
Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur fingið nógv rós fyri síni avrik á verjukenda miðvøllinum.
Har hevur Geza spælt fulla tíð og eisini lagt upp til og annars verið við í málum.
Grimsby er enn ósigrað í League Two men hevur spælt fýra javnleikir á rað.
24-ára gamli gøtumaðurin verður uttan iva á listanum, tá Eyðun Klakstein mánadagin 14. september fer at kunngerða landsliðið til fyrstu fýra uppgávurnar í Nations League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald