Fótbóltur

Video: - Linfield skorar í so lætt - vit brenna nakrar rímiligar møguleikar

Gert Hansen iðrar seg um 2-0 tapið í Belfast í kvøld, men venjarin á degnum staðfestir, at kenslan er betri enn móti Linclon í Champions League. - Úrslitið sigur tó søguna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-14 23:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gert Hansen hevur staðið á odda til evropeisku dystirnar í summar, hetta saman við Óla Kristian Skála Jacobsen og í Champions League Ólavi Mikkelsen.

Hetta kemst av, at Jóhan Petur Poulsen ikki er til evropeiskar útidystir.

Eftir tapið í Belfast í kvøld og samanlagda smala tapið fyri norðurírska meistaraliðnum, staðfesti Gert Hansen, at innsatsurin hjá Víkingi var heilt í lagið, og at man hevði bjóðað av.

Tó vóru málini ímóti í kvøld "ov løtt", staðfestir maðurin, sum sjálvur hevur nógvar evropeiskum royndir sum spælari.

- Hetta kendist avgjørt betri, enn móti Lincoln Red Imps í Champions League, og vit halda kanska, at man hevði uppiborið betri. Men úrslitið lýgur ikki, staðfestir Gert fyri Portalinum og FM1.

Hoyr alla samrøðuna ovast 

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august

Linfield (NÍR)
 - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' Kieran Offord 1-0
39' Sjálvmál (Ari Olsen) 2-0

Meira um dystin sæst her

Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari

[object Object]Gert Hansen á Windsor Park í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir úr Belfast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder