Fótbóltur

Video: - Nú skulu vit ordiliga staðfesta metið

HB tók í dag stigametið, og fer nú eftir at gera tað enn betri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-10-21 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kenslan er góð eftir dystin móti B36 í kuldanum í Gundadali seinnapartin. Tað segði Jógvan Skeel Nolsøe eftir dystin.

Hann skoraði eitt mál fyri HB í dystinum, sum Føroyameistararnir vunnu 3-1.

HB hevur nú 70 stig, og tað er tað mesta, sum nakað lið hevur havt síðani besta deildin bleiv løgd um. Nú verður farið eftir at fáa 73 stig, og harvið av álvara seta punktum við árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder