
Eftir landsliðsvenjingina í dag fekk Portalurin orð á nýggja landsliðsvenjaran Håkan Ericson.
Hann gleðir seg til Nations League-dystin móti Malta í morgin og kemur millum annað inn á fyrimunin sum Føroyar hava, við at okkara leikarar hava spælt nógv meira fótbólt enn maltesisku leikararnir í ár.
Håkan Ericson segði annars á tíðindafundinum í dag, at Malta er eitt gott lið, og at tað á ymsan hátt er eitt nýtt lið undir nýggjum venjara, ið er meira skipað enn áður.Mynd: Sverri Egholm
Sviin segði í samrøðuni við Portalin, at hann hevur arbeitt tematiskt teir seinastu tríggjar dagarnar: Fyrst prinsippini í verjuspælinum, síðani í álopsspælinum og í dag í umstillingsspælinum.
Føroyar og Malta spæla í annaðkvøld klokkan 19.45
Les eisini: Hallur: - Vil gjarna verða liðformaður á tí mest vinnandi landsliðnum nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald