Fyrrapartin varð kunngjørt, at Hallur Hansson er nýggjur liðformaður á landsliðnum. 28-ára miðvallarin er eisini liðformaður hjá Horsens, og hetta kann verða ein fyrimunur, segði Hallur sjálvur á tíðindafundinum í FSF-húsinum beint áðrenn middag:
- Hetta er eitt stórt herðaklapp, men samstundis veit eg, at hetta er ein stór uppgáva. Eg haldi tó, at eg eri brynjaður til tað, tí eg havi verið liðformaður í Horsens seinasta árið, har umstøðurnar ikki hava verið tær bestu.
Miðvallarin segði í svari uppá spurning frá FM 1, at hann hevði hugsað eitt sindur um, at hesin møguleikin fór at koma, eftir at Atli Gregersen gavst. Júst Atli og Fróði Benjaminsen, ið hava verið liðformenn tey átta árini, ið Hallur hevur spælt á landsliðnum, sær hann upp til:
- Teir hava verið fantastiskir uppá hvør sín máta, og eg havi nú seinastu árini lært nógv av Atla. Eg skal tó ikki samanlíknast við teir - eg eri tann, sum eg eri.
Mynd: Sverri Egholm
Vit spurdu Hall, um tað fór at verða øðrvísi á ein hátt at fara á vøllin frá nú av, og hvussu nýggi leikluturin fer atávirka hansara tankagongd.
- Onkutíð kann man traðka aftur og hugsa: Hetta er stórt. Serliga tá man er vaksin upp við at hava sæð Óla Jóhannesen gingið á odda fyri landsliðnum, og frá tí, og frá tí at man hevur verið ein 19-20 ára gamal drongur, ið var býttur og sparkaði alt niður. Men tað verður nokk meira, tá man um eini 10 ár gevst at spæla fótbólt, at man kann hyggja aftur og hugsa, at tað er stórt. Eg eri ikki ein droymari – nú er eitt stórt arbeiði fyri framman, og eg vil gjarna verða liðformaður á tí mest vinnandi landsliðnum nakrantíð
- Hallur er tann optimali
Håkan Ericson segði um Hall Hansson, at hann er ein sera dugnaligur leikari, og at tað sigur nakað, at hann er
- Eg eri í gongd við ordliga at læra Hall at kenna. Men eg merki, at hann er niðri á jørðini og at hann á vøllinum og uttanfyri spreiðir orku og tryggleika til hinar.
Um tilgongdina til at velja nýggja liðformannin
- Eg havi tosað við nógv fólk um liðformansspurningi, og eg havi vent tað við mínum toymi. Tað er breið semja um, at Hallur er tann optimali, sigur nýggi svenski landsliðsvenjarin.
Hallur Hansson hevur spælt 46 dystir og skorað 4 mál - tvey av teimum í dystum móti Malta, ið Føroyar spæla ímóti á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald