Pauli Jacobsen hevði 16 bjargingar í 41-31 sigrinum hjá Føroyum í EM-fyrireikingardystinum í kvøld. Kortini eru hoyvikingurin og liðfelagarnir ikki heilt nøgdir við verjupartin.
Álopsparturin var tó heilt góður, staðfestir Pauli, ið eisini fegnast um huglagið í høllini, her tað var fullsett.
- Óvanligt at tað er útselt til venjingardystir, og man merkti slett ikki, at tað var ein venjingardystur. So tað var ordliga stuttligt.
Pauli fegnast um eina av sínum stórbjargingum tíðliga í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar og Belgia spæla aftur í annaðkvøld klokkan 19.30 á Hálsi.
Føroysku málini:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Rói Berg Hansen 8
Hákun West av Teigum 7
Teis Horn Rasmussen 3
Leivur Mortensen 2
Kjartan Johansen 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2
Tróndur Mikkelsen 2
Allan Norðberg 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Vilhelm Poulsen 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 16/45
Nicholas Satchwell 2/4
Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Belgia: 10
Útvísingar:
Føroyar: 2
Belgia: 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald