Hondbóltur

Video: - Tær eru hondbóltsspælarar líka sum vit

Ein av størstu fyrimyndunum hjá Anniku Fríðheim Petersen er Sandra Toft, sum fer at verja hitt málið í morgin, og sum er ein av heimsins bestu. Tó er viktugt ikki at yvirhugsað tað, sigur Annika, ið heitir á føroyingar um at koma í høllina í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-09 13:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru keddar av, at tað skuldi verða sjey mál á muni.

Annika Fríðheim Petersen er ikki nøgd við úrslitið í Rumenia, hóast talan er um eitt ógvuliga sterkt mótsstøðulið. Málverjin, ið ger um seg í íslendskum hondbólti, vísur á, at føroyska liðið ikki spældi upp til sítt besta í øðrum hálvleiki mikukvøldið.

Tó kann tað, at Føroyar leingi spældi upp ímóti Rumenia brúktast til nakað móti Danmark, har tað snýr seg um at standa væl ímóti; men sanniliga eisini at skora mál - annars verður tað ov tungt í verjuni, sigur 22-ára gamli føroyski málverjin.

Ein av hennara stóru hondbóltsfyrimyndum er Sandra Toft, sum spælir í fronskum hondbólti, og sum er ein av teimum bestu málverjunum í heiminum. Hon, ella Althea Reinhardt, sum stóð allan dystin og stóð væl í fimm-máls sigrinum á Eysturríki hósdagin, skulu verja fyri føroysku skotinum í morgin:

- Tað snýr seg um ikki at yvirhugsa tað í støðunum. Tær eru hondbóltsspælarar, líka sum vit, og tað kann eisini motiverað meg eyka, at ein so góður málverji er í hinum endanum.

Til síðst sigur Annika, at tað at nógv fólk koma í høllina at stuðla kann avgjørt gera mun í morgin - tað hjálpti Rumeina mikudagin, at nógv heimaáskoðarar vórðu, sigur hon.

EM-undankappingardysturin í Høllini á Hálsi byrjar 16.15.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder