- Ja, sjálvandi, vit fara so langt sum vit klára.
Tað ljóðar púra sjálvsagt frá Lív Bentsdóttir Zachariasen úr H71, tá vit spyrja um tær ætla sær uppaftur longur víðari í European League eftir áttandapartsfinalusigurin seinnapartin.
H71 vann fyrra dystin 39-38, og dysturin í dag endaði 30-26 til hoyvíkskvinnur. Sostatt er H71 millum átta tey bestu í kappingini, og hevur vunnið seg víðari til fjórðingsfinaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald