Fótbóltur

Video: Adrian skoraði móti donsku meistarunum

"Føroyski hamarin" sló til í Herning, tá Hillerød sum væntað varð sent úr donsku steypakappingini. Báðir føroysku landsliðsspælararnir, Adrian Justinussen og Daniel Johansen, byrjaðu inni.

Adrian Justinussen smekkaði bóltin upp í málhornið hjá FC Midtjylland (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Adrian Justinussen smekkaði bóltin upp í málhornið hjá FC Midtjylland (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-09-18 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Donsku meistararnir tóku ímóti tveimum føroyskum landsliðsspælarum í triðja umfari í DBU Pokalen.

Tað var í gjár, at Hillerød vitjaði í Herning. Liðið úr næstbestu deildini hevði annars trekt heimavøll, men vegna millum annað umstøður í Norðursælandi høvdu liðini skift um heimavøll.

Fyri hetta fekk Hillerød Fodbold eini 200.000 krónur, men fótbóltsligi fyrimunurin lá hjá FC Midtjylland, ið eisini vann trygt.

Tað var 2-0 til núverandi oddaliðið í Superliguni í steðginum. Stutt inn í 2. hálvleik var FC Midtjylland nær við at økja til 3-0, men Daniel Johansen vardi fyri sum seinastu maður. Vinstri bakkurin spældi fullan dyst móti FC Midtjylland.

[object Object]
Daniel Johansen skifti til Hillerød í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adrian Rúnason Justinussen varð skiftur út seint í dystinum. Áðrenn tað hevði hann skorað sítt sjeynda mál síðani summarsteðgin.

Bólturin kom heldur tilvildarliga til 26-ára gamla føroyska vongin, sum var til reiðar í brotsteignum og smekkaði bóltin upp í málhornið.

Sí hæddarpunkt frá dystinum HER - málið hjá Adriani sæst frá 2.00

Tað var tó væl frá nóg mikið: Tað endaði 4-1 til stórfavorittarnar í Herning, og harvið er steypakappingin 2024/2025 av fyri Hillerød, sum spælir aftur í landskappingini mánakvøldið. Tá vitjar liðið hjá Mattiasi Lamhauge, Fredericia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder