Fótbóltur

Video: AIK heldur fram við sigursrøðini

Liðið hjá Mikkjali Thomassen er oddalið í fremstu svensku deildini eftir seks umfør. Í gjár gekk tað útyvir Elfsborg, har John Guidetti hevði høvuðsleiklut.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-28 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir og 16 stig. Tað gongur sum smurt hjá AIK at fáa stig í hesum kappingarárinum, og í gjár var talan um mest sannførandi sigurin.

Liðið hjá Mikkjali Thomassen vann bóltin í høgum trýsti tvær ferðir fyrstu nítjan minuttirnar og revsaði ógvuliga væl.

Sí málini og nøkur hæddarpunkt omanfyri ella HER

John Guidetti spældi stóran leiklut. Hann legði fyrst væl upp til Johan Hove og skoraði síðani til 2-0 eftir flotta sending frá Bersant Celina.

33-ára gamli áleyparin spældi lítið fyrstu tíðina undir Mikkjali Thomassen, men nú er veruliga hitnað. Guidetti sigur seg trívast væl, og føroyski venjarin staðfestir fyri svenskum miðlum, at royndi maðurin gevur ógvuliga nógv og er væl fyri. Tosað verður um at leingja sáttmálan.

Elfsborg er á 4. plássi í Allsvenskan. AIK er nummar eitt og ósigrað - tvey stig eru niður til Mjällby á 2. plássi.

Næsta uppgáva hjá Mikkjali og teimum er spennandi: Grannauppgerð móti Djurgården sunnudagin seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder