Fótbóltur

Video: Áki skoraði, legði upp og kom á vikuliðið

Føroyski U21-landsliðsliðformaðurin heldur fram at gera vart við seg í norskum fótbólti - hesaferð í 5-2 sigri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-16 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks mál og seks upplegg fyri Ranheim í 20 landskappingardystum. Áki Samuelsen hevur ikki havt tørv á nógvari tilvenjingartíð í Noreg.

21-ára gamli føroyski vongurin er lyklaspælari í Ranheim, og í summar vildi millum annað eitt eitt felag í fremstu pólsku deildini hava fatur á kvika føroyinginum. 

Ranheim segði tó nei, og harvið hevur havnarmaðurin fram at skapa og skora fyri felagið í næstbestu norsku deildini.

Um vikuskifti legði Áki Samuelsen væl upp til 3-1 málið, við innleggi úr vinstru, og stutt seinni vann 10'arin sjálvur brotsspark, sum hann kaldliga umsetti.

Málini komu í 61. og 71. minutti, og hetta var við at steingja hurðuna fyri Åsane, sum annars hevði minkað um munin í Trondheim.

Sí hæddarpunktini ovast ella her - uppleggið er eftir 3.35 og mákið hjá Áka kemur beint eftir hetta. Føroyingurin við nummar tíggju á rygginum hevði eisini eitt gott skot fyri steðgin, sum sæst í brotunum.

[object Object]Avrikið hjá Áka móti Åsane kom eftir landsliðssteðgin, har 10'arin var týðandi spælari í tveimum flottum sigurum hjá U21-landsliðnum (Mynd: FSF)

Avrikið hjá Áka Samuelsen hevur við sær, at hann kom á vikuliðið fyri 22. umfar í OBOS-deildini. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at føroyingurin er ímillum hesar útvaldu ellivu.

5-2 sigurin fekk Ranheim nærri 6. plássinum, sum gevur play-off pláss (at spæla um uppflyting). Har er ógvuliga tætt millum liðini - nú eru tvey stig upp 

[object Object]
Vikuliðið, har tveir aðrir álopskendir spælarar hjá Ranheim eisini eru við 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder