
16 spælarar vóru á føroyska dómaraseðlanum í gjár móti Litava. Tvær teirra kenna hvørja aðra betri enn nakar av hinum gera.
Elsa Egholm og Karin Egholm eru uppvaksnar saman í Hoyvík. Tað fyrsta, sum Karin staðfestir, tá Portalurin setir teimum stevnu við Tjarnir, er at tær als ikki er líka. Hetta bera orðini, ið vit bóðu tær seta á hvørja aðra, eisini boð:
Elsa er tann eldra og eisini tann meira ábyrgdarfulla. "Smílandi bakkurin" skal, umframt at senda bóltar út til "stuttliga og rokaliga vongin" í dystum, eisini syrgja fyri at skil er á øllum hjá Karini. Hetta kemur millum annað til sjóndar, nú tá báðar aftur eru á landsliðnum - tað nikka Elsa og Karin báðar til.
Karin Egholm er fødd í 2005 og er harvið framvegis blaðung í landsliðshøpi. Hon var við til fleiri dystir í EM-undankappingini men var ikki við til endaspæli sum spælari seinasta vetur. Tó var hon við í Basel sum áskoðari og stuðlaði sum errin lítlasystur og stórasystur, meðan Elsa Egholm og hinar millum annað fingu stig.
- Hesaferð skal tað tó helst vera sum spælari, staðfestir Karin Egholm smílandi.
Karin Egholm við hatti í miðjuni - undir liðuni á Jákupi Egholm. Yngri beiggi Karina og Elsu er á besta liðnum hjá H71 og U-landsliðsspælari, og harvið er talan um sanna hondbóltsfamilju
Ein rørd Elsa Egholm saman við einari fegnari lítlusystur, sum tann dystin var á bonkinum, eftir at EM-plássið kom í hús í Íslandi fyri einum ári síðani
Elsa og Karin saman við mammuni Anniku á Steig Egholm í Hafnafirði (Myndir: Sverri Egholm)
Hvirluvindurin úr Hoyvík kom inn og skoraði trý mál uppá fýra skot í gjár og var harvið við at senda Føroyar eitt stórt fet móti HM-endaspælinum.
Dagin eftir 36-26 sigurin sita tær báðar ljóshærdu og ídnu ungu kvinnurnar í nýggju stórhøllni og seta orð á stóru upplivingina við mongu áskoðarunum, og hvussu serstakt tað er at spæla saman á landsliðnum eisini.
Karin Egholm fegnast um seinasta føroyska málið, sum Maria Nólsoy skoraði (Mynd: Sverri Egholm)
Elsa og Karin eftir tíggju-máls sigurin í fyrsta dystinum við Tjarnir (Mynd: Andrei Antal/HSF)
Seinastu árini hava Elsa og Karin gjørt tað við besta liðnum hjá H71. Soleiðis verður ikki eftir summarsteðgin. Tá skal Esla Egholm spæla við Ajax København í næstbestu deildini í Danmark. Eitt nátúrligt fet, sigur 21-ára gamli bakkurin, sum eisini fer undir lesnað í danska høvuðsstaðnum.
- Tá eg var yngri hugsaði man ikki heilt um tað at spæla hondbólt uttanlands, men tað er broytt nú, og tað er ógvuliga gott. Tað nýtist heldur ikki at vera topp-topp professionelt, men hetta verður eitt stig upp fyri meg.
- Eg havi vitað tað í eina tíð, at Elsa fer, og tað er sjálvandi keðiligt, men ja...eg hugsi ikki so nógv um mína framtíð beint nú, men tað er avgjørt ein møguleiki at fara avstað einaferð, sigur Karin Egholm.
Í annaðkvøld fara tær í flogfarið saman: Tað er føroyska kvinnulandsliðið sum setur kós móti Kaunas, har føroysku kvinnurnar endaliga skulu fáa HM-plássið uppá pláss.
Sí eisini: HM-plássið ikki bara hómast í havsbrúnni
Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm
Hoyr alla samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald