Boas Ellefsen á Skipagtøu hevur nógv skot í hvørjum dysti, og nógv liggur á herðunum hjá nummar 14 í føroyska álopsspælinum.
Tað er sjálvandi ikki alt, sum riggar, men nógv ger eisini, og tað sær ofta flott út hjá ársins spælara í fremstu føroysku mansdeildini.
16-ára gamli spælskiparin skoraði heili 16 ferðir móti Svøríki fríggjadagin. Tað júst ikki hjá Føroyum, su m taptu 34-35.
Men Boas undirhelt við ølllum møguligum góðum málunum - eisini eru brotskøstini í stóran mun ógvuliga sannførandi og eisini javnan frek.
Nú hevur Boas á Skipagøtu 83 EM-mál í 7 dystum. Tað vil siga beint undir 12 í miðal.
Les eisini: Nú hevur Boas yvirhálað systkinabarnið
Hann skal leggja afturat í morgin kl. 11, tá Føroyar spæla seiansta dystin í Serbia: Móti Póllandi um HM-pláss næsta ár, tá U19 endaspæl er á skránni. Tann dysturin sæst á Portalinum og kann eisini hoyrast á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald