Óli Mittún og GOG vunnu 40-28 á Vali, sum hevur Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi á liðnum, í fyrsta dystinum í Wenzel Nordic Cup.
Myndir: Mittún og GOG vunnu fyrsta dystin
Venjingarkappingin í Føroyum, har H71 og Kiel eru hini liðini, er gott høvi hjá liðunum at fínpussa formin til kappingarbyrjan. Tað vóru Mittún og Norðberg samdur í, tá Portalurin hittu teir eftur autografskriving; og eftir at teir kundu heilsa uppá familju.
Teir komu til landið í dag og skulu spæla tveir dystir afturat við Tjarnir næstu dagarnar. Fyri Óla Mittún verður dysturin í morgin serstakur, tí hann er ímóti H71 (klokkan 18 fríggjakvøldið)
- Kanska Rókur Ziskason verður við í morgin, sjálvt um hann fer at flyta niður. Tað verður stuttligt at spæla ímóti H71, staðfestir 21-ára gamli hoyvíkingurin.
Landsliðsliðfelagarnir vóru annars í góðum lag og prikaðu nakað: Allan helt seg hava fingið fokus hjá Óla burtur eina løtu, tá Valur var við yvirlutan - og tað hjálpti.
Hoyr alla samrøðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald