
Havnarmaðurin Andrass Thomsen er landsliðssamskipari hjá FSF. Hann hevur skipað fyri nógvum á túrinum, og sigur at fólk tykast at verða sera væl nøgd.
Tað verða upp ímóti 100 fjepparar hjá føroyska liðnum til dystin í kvøld, sum føroyingarnir og tey lokalu síggja fram til við stórum spenningi.
Hoyr Andrass greiða frá hesum, og hoyr hvat hann væntar og tippar í kvøld, í samrøðuni omanfyri. Samrøðan varð gjørd í bakandi sólini uttanfyri Swiss Diamond gistingarhúsið mitt í Pristina.
Lagt til rættis hava Agnar Frederiksen og Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald