Hondbóltur

Video: Føroyingurin hjá GOG flúgvandi í Champions League-sigri

Nøkur av tíggju málunum hjá Óla Mittún móti Pick Szeged síggjast her - maðurin við flest uppleggum í dystinum tók javnan sakina í egnar hendur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-17 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG gjørdi í gjárkvøldið bart í Champions League, har ungarskt stórfelag varð felt í Svendborg.

Hesum spældi Óli Mittún ein risa leiklut í. Føroyingurin varð javnsettur toppskjútti við tíggju málum, uppá 12 skot, hann hevði fimm upplegg og føroyingurin fekk GOG spælið at flóta væl.

Fleiri av málunum hjá nummar 78 vóru framd við stórari sannføring, sum almennu hæddarpunktini eisini vísa.

Sí video ovast ella á Youtube-síðuni hjá EHF

Sí eisini: Óli Mittún toppskjútti við tíggju málum í týðandi Champions League-sigri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder