Fridrikka Maria Clementsen er í gongd við fyrsta kappingarár hennara í Íslandi, og higartil hevur føroysk landsliðsspælarin staðið seg væl.
Síðsta vikuskifti var oddaliðið og meistaraliðið í fjør, Breiðablik, á breddanum. Fridrikka og tær spældu á útivølli, og tað eydnaðist at knógva Breiðablik í Kópavági.
Tað var 1-0 í 84. minuttir, tá Fridrikka Clementsen sendi bóltin fram til fremsta spælaran hjá ÍBV. Hon varðveitti bóltin væl, legði av, og rann ógvuliga væl í dýbdina. Ein góð temjing og trygt skot við vinstra beininum til 2-0.
Til ber at síggja málið frá 3.10 á brotunum við hæddarpunktum ovast ella her
Breiðablik svaraði aftur tveir minuttir seinni, so tað var týðandi at 23-ára gamla sandskvinnan skoraði.
Hon spældi allan dystin og hevur nú trý mál og eitt upplegg fyri 12 dystir í fremstu íslendsku kvinnudeildini í ár.
ÍBV er í løtuni á 3. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald