21-ára gamla Súna Krossteig Hansen hevur seinastu árini verið ein av ungu leikarunum, ið veruliga hevur gjørt vart við seg í bestu føroysku deildini. Kyndilsbakkurin hevur serligar eginleikar, tá tað kemur at lata eina verju upp við gjøgnumbrotum, ið bakspælarin fremur við kvikum fótskiftum, megi og góðum spælskili.
Júst farna kappingarár var ikki nógv at síggja til hetta, tí Súna hevur Jumper's knee. Hon spældi fáar dystir men varð kortini úttikin til undan-undankappinrdystirnar, ið júst eru leiktir í Høllini á Hálsi. Teir byrjaðu við, at Súna K. Hansen fekk trupulleikar við hinum knænum - vinstra knæði.
Við bindi rundanum eitt knæ og tape um hitt - Súna Krossteig Hansen sigur, at pínan ikki var so galin, og hon fekk eisini strítt seg ígjøgnum tað (Myndir: Sverri Egholm)
Hon sigur við Portalin, at talan er um ein yvirbelastning, men hóast nakað av pínu og trupulleikar við rørslum, so var hon ein a lyklunum til at koma innaftur í dystin móti Finnlandi fríggjakvøldið. Í kvøld fekk Súna aftur tvey mál og legði upp til flest mál fyri Føroyar.
Eftir dystin var hon sera fegin og sá fram ímóti spennandi avbjóðingunum, ið liðið nú hevur tryggjað sær. Eisini var havnarkvinnan inni á ymsu avbjóðingunum, ið heldur nýggja liðið hevur; so sum at halda fokus og at finna tær røttu samansetingarnar.
Sí eisini:
Guðrið Ellingsgaard: Tað er longur upp man vil
Bára Krossteig Hansen: Ikki so nógv uppá seg at skora uppá brotskøstini
Dragan Brljevic: Vit hava lagt eitt gott grundarlag fyri framtíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald