Føroyska A-landsliðið við kvinnum spældi í gjár sín fyrsta dyst í undankappingini til EM 2024. Hann var í Svøríki, har sterkt mótstøðulið tók ímóti.
Les eisini: Stórtap í Svøríki
Svensku kvinnurnar eru endaðir í topp-fimm í teimum seinastu trimum stóru endaspølunum (EM, HM og OL). Føroyska liðið fekk tó skakað tær nakað fyri steðgin. Eina løtu sást ikki stórur munur í spælinum, tá tað lá millum tvey og trý mál á muni.
Tað skrædnaði tó hjá Føroyum, ið skoraðu ógvuliga ógvuliga fá mál seinastu 36 minuttirnar. Átta í tali gjørdist talan um.
Føroyska álopsspælið eydnaðist tó væl í løtum væl, og fleiri góð mál vóru. EHF hevur savnað nøkur teirra í videobrotinum, ið sæst omanfyri.
Føroyar spæla aftur móti Íslandi sunnudagin. Tá er talan um heimadyst, har føroyska liðið kann metast at hava væl størri møguleika at veruliga spæla um stig. Dysturin í Høllini á Hálsi byrjar sunnudagin klokkan 15.
EM-undankapping, 1. umfar
Uppsala, 12.10
Svøríki - Føroyar 37-20 (19-13)
Dystargongdin:
5 min: 4-1
10 min: 7-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 16-12
30 min: 19-13
35 min: 20-14
40 min: 24-14
45 min: 29-17
50 min: 32-18
55 min: 34-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald