Hondbóltur

Stórtap í Svøríki

Føroysku kvinnurnar stóðu seg tó heilt væl stóran part av fyrra hálvleiki. Svenska liðið var tó ov sterkt, og ov nógvar misnýttir møguleikar vóru.

Nógv gott í avrikinum fyri steðginum, men 2. hálvleikur var ein heilt onnur søga (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv gott í avrikinum fyri steðginum, men 2. hálvleikur var ein heilt onnur søga (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við kvinnum løgdu út í EM-undankappingini við tí tørførastu møguligu uppgávuni í bólkinum: Á útivølli móti Svøríki. Svensku kvinnurnar eru endaðir í topp-fimm í trimum teimum seinastu endaspølunum, og hóast Føroyar hingu í, í fyrra hálvleiki, so sást stóra svenska góðskan og munurin so líðandi.

Tað var ein góð løta í fyrra hálvleiki, har Føroyar veruliga bjóðaði svensku vertunum av. Svøríki fekk skjótt eina leiðslu á nøkur mál, men tá føroyska álopið kom í gongd, og okkara samstundis fingu støðgað kontraálopinum og kroyst sviar í álopinum til tíðir, so kom munurin nakrar ferðir niður á tvey mál.

Maria Páldóttir Nólsoy kom á vøllin og hevði fleiri góð ting, og serliga eydnaðist innspælið til strikuna væl. Pernille Brandenborg vísti styrki, skoraði nøkur mál og vann brotskøst. Føroyar brendu tó nøkur brotskøst, og í 2. hálvleiki var heilt galið við brendum málmøguleikum. Føroyar skoraðu 13 mál fyri steðgin - næstan fleiri enn í báðum undankappingardystunum móti Svøríki í 2018 - og tað vísir framgond hjá Føroyum.

Evelina Eriksson kom inn í svenska málið, og CSM Bucaresti-málverjin bjargaði ferð eftir ferð føroysku royndunum eftir steðgin. Svøríki hevði økt um munin fyri steðgin og vann 2. hálvleik við ellivu málum.

Harvið gjørdist talan aftur um stórtap fyri Svøríki - næstan eins stórt sum fyri fimm árum síðani. Claus Mogensen og toymi kunnu tó fegnast um nøkur brigdi í spælinum, serliga í álopinum, og eisni avrikið í fyrra hálvleiki. Fleiri viðurskifti skulu tó bøtast. Nú skulu eyguni vendast móti heimadystinum móti Íslandi sunnudagin  

EM-undankapping, 1. umfar
Uppsala, 12.10
Svøríki - Føroyar 37-20 (19-13)

Dystargongdin: 

5 min: 4-1
10 min: 7-3
15 min: 9-5
20 min: 11-8
25 min: 16-12
30 min: 19-13
35 min: 20-14
40 min: 24-14
45 min: 29-17
50 min: 32-18
55 min: 34-20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder