Herning, Danmark (Portalurin) - Tað elvdi til nógv kjak í gjárkvøldið og í morgun, at lutakast skuldi vera um 500 atgongumerki til Føroyar-Lettland á Tórsvølli leygardagin, og at atgongumerki ikki vóru sett av til fjepparafelagið Skansan.
Les eisini: Ónøgd við lutakastið hjá FSF: Pinnamats-brigadan sigur nei til Skansan (hvat.fo)
Nú er so greitt, at Skansin fær 20 atgongumerki, men skal halda til á langsíðuni eins og onnur.
Kristin Dam Ziska greiðir millum annað frá, at Skansin ikki kann stuðla á vanligan hátt undir verandi umstøðum við millum annað at standa tætt saman.
Fyrrapartin í morgin verður greitt, hvørji 500 sum hava skrivað seg uppá, sleppa til Føroyar - Lettland á Tórsvølli leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald