Annað

Video: Kom á mál

Jákup Petur Eliassen hevur í dag súkklað 42 ferðir frá Auto Service niðan á Kleynsvarða. Soleiðis sá út, tá hann kom á mál í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-22 00:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøkurnar eru frá live upptøku hjá Jákup Peturi Eliasen á Facebook í kvøld)

Frá Auto Service og niðan á Kleynsvarða. Ikki bara einaferð, men heilar 42 ferðir.

So ofta hevur Jákup Petur Eliassen súkklað brekkuna í sonevndu Everesting-avbjóðingini, sum hann hevði sett sær sjálvum í dag.

Brekkan skuldi súkklast 42 ferðir fyri at røkka hæddini á Mount Everest, sum er 8.848 metrar, og hann súkklaði frá klokkan fimm i morgun til hann hevði súkklað seinasta túrin, sum var um átta tíðina í kvøld.

Flott klárað má sigast. Hann fekk stóran stuðul frá øðrum súkklarum, sum vóru við á fleiri av hørðu túrunum niðan á Kleynsvarða, og tey 500 fólkini, sum í kvøld róptu og stuðlaðu sínum súkklarum við Auto Service í Havn.

Suni Lamhauge súkklaði saman við honum, og gjørdi eisini ein sonevndan “Everesting”.

Sí myndir frá fyrr í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder