Hondbóltur

Video: Millum bestu bjargingarnar í undankappingini

Ungi málvejrin hjá Føroyum kom á listan hjá EHF við sínari frálíku brotskastsbjarging ímóti Montenegro.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-27 22:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð valdur til ársins málverja eftir eitt framúr kappingarár fyri Kyndil. Síðani varð Tórður Skorheim Guttesen úttikin til A-landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark, ið vóru mitt í hesum mánaðinum, og í sínum fyrsta undankappingardyst ímóti Montenegro í Farum kom Tórður inn til eitt brotskast og bjargaði frálíka væl frá 13-málsskjúttanum Vujovic.

Facebook-síðan hjá evropeisku hondbóltssamgonguni legði longu sama kvøldið sjónband út av bjargingini hjá unga føroyska manninum, og í nýggjum sjónbandi har tær fimm bestu bjargingarnar frá allari EM-undankappingini eru samlaðar, so er tann hjá Tórði nummar trý á listanum.

(Hon kann síggjast eftir 22 sekund á videobrotinum omanfyri)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder