Ta' Qali, Malta (Portalurin) - Til fyrstu venjingina á Malta fingu vit orðið á landsliðsvenjaran, Lars Olsen. Hann vísti á, at føroyingarnir í øllum førum ikki skuldi tapa týskvøldið fyri at sleppa undan niðasta styrkisbólki til komandi EM-undankapping.
Hann staðfesti eisini, at tað er trýst á til hvønn landsdyst.
Eisini sló hann fast, at tað ikki vera nógvar broytingar á liðnum, men váttaði tað sum væntað varð: Føroyar fara helst at spæla í 4-2-3-1 leikskipan; eins og í 2. hálvleiki í Aserbadjan, og at René Shaki Joensen kemur innaftur á liðið eftir leikbann.
Hoyr samrøðuna omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald