2024-08-16 10:58
KÍ tapti í gjár 3-1 móti Borac Banja Luka eftir longda leiktíð. Samanlagt yvir tveir dystir taptu klaksvíkingar 4-3.
Harvið er KÍ varpað úr Europa League, og hevur ein møguleika eftir at vinna seg í evropeiskt bólkaspæl.
Tað verður hósdagin, tá HJK Helsinki er á vitjan á Tórsvølli, og vikuna eftir skal alt avgerast í finska høvuðsstaðnum.
Les eisini: KÍ skal spæla avgerandi dystir móti finsku meistarunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald