FSF: Eftir 0-0 javnleik móti Gibraltar seinnapartin leygardagin, hava Håkan Ericson og hansara menn nú sett kikaran á Liktinstein, sum er seinna mótstøðuliðið á venjingarleguni í suðurspania.
Sunnumorgunin vandi landsliðið á venjingarvøllinum í La Quinta, og beint eftir middag varð kósin sett ímóti Pinatar, ein busstúrur, ið tók meir enn fimm tímar, har dysturin móti Liktinstein verður spældur.
Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Sølva Vatnhamar og Gunnar Nielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald