Hondbóltur

Video: Stórsigurin hjá stórspælandi Eliasi og Kiel

Almennu hæddarpunktini hjá EHF hava eitt flott mál hjá føroyska spælskiparanum, ið gjørdist toppskjútti, við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-05 07:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel tryggjaði sær í gjárkvøldið 1. plássið í sínum meginumfarsbólki og harvið beinleiðis atgongumerki til fjórðingsfinalurnar í European League.

Les eisini: Elias á Skipagøtu av álvara flúgvandi í løtum

Elias Ellefsen á Skipagøtu var í miðdeplinum við níggju málum og tveimum uppleggum. 22-ára gamli hoyvíkingurin skoraði átta av sínum níggju málum í 1. hálvleiki, men tað er málið í 2. hálvleiki, har Elias fullkomiliga setur sín beinleiðis mótstøðumann av, sum er við. Føroyski landsliðsprofilurin varð spardur seinasta lítla korterið. 

Sí málið frá 1.20 á brotunum omanfyri ella HER

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu eisini týskarauppgerð og tryggjaðu sær pláss í fjórðingsfinaluni. Føroyingurin spældi tað mesta av fyrra hálvleiki og skoraði eitt mál í 32-30 sigrinum á Gummersbach.

Sí hæddarpunkt her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder