Toppskjúttin í Betri deildini hjá monnum, Páll Klettskarð, hevur saman við liðfeløgum sínum, fyrireikað seg væl til dystin móti Borac Banja Luka, sum verður hóskvøldið.
Millum annað hava teir hugt nógv eftir filmsupptøkum av mótstøðuliðnum.
Allir í hópinum eru svangir eftir at skora mál. Páll ásannar hvussu týdningarmikið tað er fyri KÍ at skapa gott byrjanarstøði, áðrenn ferðin til Bosna Herzegovina byrjar.
Sí her samrøðu við liðformannin í KÍ.
Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
18:00 KÍ - Borac Banja Luka
Portalurin verður til staðar á Tórsvølli og hevur ymiskt tilfar áðrenn og eftir dystinum. Undir dystinum hava vit live-blogg og gera vit eisini samrøður eftir dystin. Kringvarp Føroya vísur dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald