Hondbóltur

Video: Tórður bjargar brotskasti í stórum stíli

Ungi málverjin fekk eina frálíka byrjan, tá hann kom inn á vøllin til sín fyrsta undankappingardyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-13 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Hann hevði eitt frálíkt kappingarár við Kyndli, og varð kosin til ársins málverja í føroysku kappingina. Sìðani varð Tórður úttikin til landsliðið til seinastu EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro og Danmark.
 
Í samrøðu við Portalin í gjár segði Tórður, at hetta var ein stórur møguleiki, men hann væntaði ikki nógv spælitíð. Tá hann so kom inn til eitt brotskast í 1. hálvleiki, gjørdi Tórður tó vart við seg. Hann var á veg niður eftir skotfintuna, og tá so skotið kom til hansara høgru, kastaði Tórður Guttesen seg niður, næstan sum ein fótbóltsmálverji, og fekk hendurnar á bóltin.

Evropeisika hondbóltssamgongan helt eisini nógv um bjargingina, ið varð deild á teirra Facebook-vanga.

(Upptøka: EHF)

Sí eisini: Sonni: Vit hava tikið risastór fet rætta vegin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder